NSÍ vann í dag 3-1 móti grannunum úr B68. Avgerðin í dystinum fall longu tíðliga í fyrra hálvleiki, tí støðan var 2-0 longu tá 6 minuttir vóru leiktir.
Hóast NSÍ vann greiðan sigur, hevði B68 tó eisini einstakar stórar møguleikar.
Omanfyri ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum. Tað er Jóhan Thomsen, ið eigur upptøkurnar frá dystinum.