Her vinnur NSÍ á AB

Video: Her ber til at síggja málini frá NSÍ sigrinum móti AB

NSÍ er í einari góðari gongd í Effo-deildini. Teir vunnu í gjárkvøldið 2-1 á útivølli móti AB, sum var fjórði sigurin á rað hjá teimum í Effo-deildini.

 

Teir hava sostatt sett trýst á KÍ á fyrsta plássinum, tí nú er NSÍ bert tvey stig aftanfyri.

 

Í sigrinum hjá NSÍ í gjárkvøldið skutu Jónleif Højgaard og Klæmint A. Olsen málini fyri NSÍ, meðan Patrik Johannesen javnaði fyri AB.

 

Omanfyri ber til at síggja samandráttin frá dystinum millum AB og NSÍ.