KÍ vann í dag sín sætta heimasigur á rað. Men leingi sá út til, at dysturin millum KÍ og FC Suðuroy skuldi enda við javnleiki 1-1.
Tað var ikki fyrrenn í seinastu løtu, at KÍ veteranurin, Heðin á Lakjuni, skoraði avgerandi málið, sum tryggjaði KÍ 2-1 sigurin.
Omanfyri ber til at síggja samandrátt frá dystinum KÍ-FC Suðuroy, sum Jóhan Thomsen hevur tikið upp.
KÍ - FC Suðuroy 2-1 (0-0)
1-0 Kenan Hajdarevic, 68.
1-1 Valerian Iobashvili, 74.
2-1 Heðin á Lakjuni, 90.










