Við sannførandi 5-1 sigrinum á AB í dag, er KÍ aftur við í kappingini um altjóða luttøku til komandi ár.
KÍ er í løtuni á 6 plássið við 36 stigum, bert eitt stig aftanfyri EB/Streym og NSÍ, ið eru ávíkavíst á 4 og 5 plássið.
Í seinasta umfarinum møtast EB/Streymur og KÍ við Margáir, meðan NSÍ á heimavølli skal spæla móti ÍF.
Omanfyri ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum KÍ og AB. Tað er Jóhan Thomsen, ið eigur upptøkurnar frá dystinum.
KÍ – AB 5-1 (3-0)
1-0 Heðin á Lakjuni, 15.
2-0 Henry Heinesen, 26.
3-0 Johan Jacobsen, 43.
4-0 Heðin á Lakjuni, 60.
5-0 Hjalgrím Elttør, 71.
5-1 Sandri Færø, 74.