Her vinnur KÍ á B68

Video: Her ber til at síggja málini frá KÍ sigrinum á Svangaskarði í dag

Eftir eina heldur trilvandi byrjan í fyrsta umfarinum av seinnu hálvu, eydnaðist tað KÍ í dag at venda gongdini. KÍ vann útidystin á Svangaskarði móti B68 3-0, eftir at hálvleiksstøðan hevði verið 1-0 til KÍ.

 

KÍ legði seg á odda 1-0 tá gott og væl ein hálvur tími varð leiktur við máli sum Jákup B. Andreasen skeyt.

 

Í seinna hálvleiki syrgdu Hjalgrím Elttør og Jóannes Bjartalíð fyri at sláa sigurin hjá KÍ fastan.

 

Við sigrinum hevur KÍ aftur drigið frá í oddastríðnum, tí teir eru nú fýra stig frammanfyri Víking á øðrum plássinum, meðan teir eru fimm stig frammanfyri NSÍ á triðja plássi.

 

Omanfyri ber til at síggja samandrátt frá dystinum sum Jóhan Thomsen hevur tikið upp.