Her vinnur HB klassikaran

Video: Her ber til at síggja samandrátt frá dystinum millum KÍ og HB í dag

HB vann í dag klassikaran móti KÍ í Klaksvík við tveimum málum móti ongum.

HB kom á odda tíðliga í fyrra hálvleiki, tá Pál Mohr Joensen legði HB á odda.

 

Í seinna hálvleiki trýsti KÍ nógv fyri at fáa útjavnandi málið, men tað var innskifti Símun Samuelsen, ið slerdi sigurin hjá HB fastan, tá eitt gott korter var eftir av dystinum.

 

Sigurin hjá HB í dag, var fyrsti sigurin hjá HB í hesum kappingarárinum, meðan tapi hjá KÍ somuleiðis var teirra fyrsta í hesum kappingarárinum.

 

Omanfyri ber til at síggja samandrátt frá dystinum, ið Jóhan Thomsen hevur tikið upp.