Her vinnur EB/Streymur á KÍ

Video: Her ber til at síggja hæddarpunkt frá dystinum millum EB/Streym og KÍ í gjár

Bæði EB/Streymur og KÍ høvdu undan dystinum í gjár, møguleika til at enda á fjórða plássinum, ið bar við sær altjóða luttøku í komandi ár. Treytin fyri tí, var tó tann, at NSÍ skuldi seta stig til í heimadystinum móti ÍF.

NSÍ vann heimadystin móti ÍF 4-2, og tryggjaði sær harvið fjórða plássið, ið merkir at teir komandi kappingarár skulu spæla altjóða fótbólt.

 

EB/Streymur endaði við einum 2-0 sigri á fimta plássið í Effo-deildini, meðan KÍ endaði á sætta plássið.

 

Upptøkurnar frá dystinum eigur myndamaðurin, Jóhan Thomsen.