B36 vann í dag 1-0 á heimavølli móti NSÍ. Einsamalla málið í dystinum skeyt Hanus Thorleifsson, tá 8 minuttir vóru leiktir av dystinum.
B36 hevur við sigrinum í dag framvegis 7 stig niður til HB á øðrum plássi.
Omanfyri ber til at síggja málið frá dystinum, umframt støðuna tá NSÍ í fyrra hálvleiki fekk brotsspark, sum teir síðani misnýttu.
Tað er myndamaðurin Jóhan Thomsen, ið eigur upptøkurnar.










