B36 er aftur oddalið í Effo-deildini. Tað staðfestu teir í gjár, tá teir sannførandi bukaðu ÍF av við einum 4-0 sigri.
Nýggi áleyparin á B36 liðnum, Philip Lund, var serliga eyðsýndur. Hann skoraði tvey mál, legði upp til eitt, og var við í hinum málinum sum B36 fekk.
Omanfyri ber til at síggja samandrátt frá dystinum, sum Jóhan Thomsen hevur tikið upp.