Her vilja føroyingar lesa

Hóast nógv tey flestu sum lesa uttanlands velja Danmark, so eru eisini fleiri sum velja at fara út um ríkisfelagsskapin. Av teimum londunum eru Stóra Bretland, Pólland og USA best umtókt.

Í november 2014 vóru 172 føroyingar á hægri útbúgvingum uttan fyri Norðurlond. Føroyingar eru í 20 ymiskum londum í øllum heimspartum, undantikið Afrika, vísa ferskastu tølini frá Studna.

 

Hóast nógv tey flestu sum lesa uttanlands velja Danmark, so eru eisini fleiri sum velja at fara út um ríkisfelagsskapin. Av teimum londunum eru Stóra Bretland, Pólland og USA best umtókt.

Best umtókt er Stóra Bretland, harav 27 eru í Skotlandi, 65 í Onglandi og ein í Whales. Tað næsta landið føroyingar stroyma til fyri at útbúgva seg er Pólland, har 24 føroyingar lesa. Tað eru serliga læknalesandi sum velja Pólland. Hendan gongdin hevur verið vaksandi síðani tann fyrsti føroyingurin valdi Pólland í 2006. Eftir Pólland er USA, har 19 føroyingar eru undir hægri lestri.

 

Talið av lesandi uttanfyri Norðurlond er tó lækkað síðani 2012 tá 225 føroyingar vóru á hægri útbúgving uttanfyri Norðurlond. Grundirnar til hesa gongdina kunnu vera mangar, sigur Holger Arnbjerg, leiðari á Altjóða Skrivstovuni. Alsamt fleiri føroyingar, sum koma heim aftur, eftir at hava lisið uttanfyri Norðanlond, fáa trupulleikar tí útbúgvingin er ikki lúkar somu krøv, sum tann danska. Eisini kann orðaskifti um hvørki ÚSUN møguliga skal afturgjaldast, um tú velur ikki at flyta heim aftur eftir loknan lestur, hava ávirkað avgerðina hjá summum. Ein triðja grund til hesa gongdina kann vera at alsamt fleiri velja serútbúgvingar, og  at tað ikki eru nokk størv í Føroyum til serútbúgvin fólk at koma heim aftur til, sigur Holger Arnbjerg.

 

Eisini er vert at nevna at tølini hjá Studna vísa at tað eru fleiri kvinnur enn menn, sum fara av landinum at nema sær útbúgving. Umleið helvtin av hesum kvinnunum, sum fara koma heim aftur, eftir loknan lestur. Hóast færri menn leita sær út um landoddarnar, so eru eisini færri sum koma heim aftur, til Føroya, tá teir eru lidnir at lesa.