Tað verður Beijing, ið skal vera vertur fyri vetrar-OL í 2022. Hetta er júst blivið kunngjørt.
Vetrar-OL fevnir um ítróttargreinir, ið verða avgreiddar á kava og ísi.
Tað eru limirnir í altjóða olympisku nevndini, ið avgera, hvar olympisku leikirnir í vetrarítróttargreinum verða hildnar. Olympiska nevndin valdi Beijing framum Almaty, ið er ein býur í Kazakhstan.
Vanligu veðurlíkindini í Beijing hóska seg annars ikki akkurát til vetrarítróttargreinir. Tað verður neyðugt við eftirgjørdum kava, tá ið leikirnir skulu spælast.
Tað er annars ikki langt síðani, at Beijing seinast var vertsbýur í olympiskum samanhangi. Í 2008 var Beijing vertur fyri siðbundnu olympisku leikunum, ið verða hildnar fjórða hvørt summar.