Her verður Champions League-finalan í 2017 spæld

Tað verður í Wales, at Champions League-finalan 2017 verður leikt

Fyrr í dag kunngjørdi UEFA, hvar finalurnar í Champions- og Europa League skulu spælast.

 

Champions League-finalan í 2017 verður leikt á Millennium Stadium í Cardiff. Millennium Stadium tekur 74.500 áskoðarar og varð bygt í 1999. Áðrenn nýggi Wembley-leikvøllurin stóð klárur í 2007 var Millennium Stadium karmur um árligu steypafinalurnar í FA Cup og Carling Cup.

 

Finalan í Europa League skal spælast á Friends Arena í Stockholm. Friends Arena er ein rættiliga nýggjur leikvøllur, ið stóð klárur í 2012. Millum annað var tað á hesum leikvølli, at Zlatan Ibrahimovic skoraði fýra mál í legendariska dysti hansara ímóti Onglandi í november 2012.