Her verða bilførarar altíð tiknir fyri at koyra ov skjótt

Løgreglan ger javnan ferðkanningar og tað greittir ikki, at fleiri verða tiknir hvørja einastu ferð

Løgreglan ger javnan ferðkanningar kring landið og serliga gera tey ferðkanningar á ávísum strekkjum, har vegurin er so góður, at bilførarar hava lyndið til at koyra ov skjótt. Eitt av hesum vegastrekkjum, er Glyvursvegur, sum gongur av Velbastaðvegnum í Havn, tvørtur um Sandá eftir brúnni og heilt niðan til rundkoyringina við Skúlan á Argjahamri.

 

Hetta er ein vegur, sum er beinur og breiður – men vegurin er altso í bygdum øki og tað merkir, at har er bara loyvi til at koyra 50. Men av tí at vegurin er so góður, hava bilførarar lyndi til at traðka nakað hart á speedaran, og tað hava heilt nógvir bilførarar brent seg av.

 

##med2##

 

Løgreglan ger javnan ferðkanningar á hesum vegastrekkinum og tað greittir ikki, at fleiri verða tiknir hvørja ferð. Aftur í gjár var Løgreglan á Glyvursvegi við ferðmátaranum og aftur hesa ferð kom tað illa við hjá tveimum bilførarum. Annar koyrdu 84 kilometrar um tíman, og tað fær hann  3.000 krónur í bót fyri. Men tá ið ferðin er so nógv, merkir tað eisini, at hann missir koyrikortið treytað. Sostatt má hann upp til nýggja koyriroynd í næstum, bæði teori og koyring, og stendur hann ikki royndina, verður koyrikortið tikið.

 

Ein annar bilførari varð tikin fyri at koyra 74 kilometrar um tíman og eftir reglunum fær hann klipp í koyrikortið, umframt eina bót upp á 2.500 krónur.

 

Løgreglan sigur, at ein bilførari afturat fekk klipp í koyrikortið í gjár, men tað var fyri at snara til vinstru, har hann ikki hevði loyvi at snara til vinstru. Bilar, sum koyra niðan eftir Áargeil, skulu snarað til høgru, tá ið teir koma niðan á Ringvegin við Norðurlandahúsið. Har stendur eitt skelti, sum sigur, at tað er ikki loyvt at snara til vinstru, men tað hendir seg ferð eftir ferð, at bilførarar gera tað kortini. Og tað hendi aftur í gjár og tann bilførarin fær so eisini klipp í koyrikortið, umframt eina bót.

 

Glyvursvegur, frá rundkoyringini ovast, miðskeiðis í myndini, til rundkoyringina niðast høgrumegin, er eitt strekkið, har bilførarar ikki duga sær hógv. ©Umhvørvisstovan: kort.foroyakort.fo