Miðvágur: Beitishúsini, sum eru næstelstu hús í Miðvági, skulu gerast í stand og nýtast til mentanartiltøk í bygdini. Vága Dansifelag eigur húsini og stendur fyri umfatandi umvælingini, sum gjørd verður.
Ein long lon, sum vitnar um stórbærar tíðir fyri hálvari aðrari øld síðan, eru Beitishúsini í Miðvági. Hesi húsini, sum knýta so nógv av føroyskari mentan at sær. Her varð Mikkjal á Ryggi føddur, og her vaks hann upp. Her er støðið lagt undir so nógvum av tí, vit enn í dag lesa, syngja og kvøða um.
Her bygdi Mikkjal Danielsen, abbi skaldið Mikkjals Dánjalsonar, ættaður úr Búðini á Velbastað, í 1858 húsini í Beitinum, sum tá vóru onnur húsini norðan fyri ánna.
Í dag eru húsini í Kálvalíð einastu hús í Miðvági, sum eru eldri enn Beitishúsini. So hetta er søgulig grund, vit ganga á. Tað hongur søga og mentan uppi við húsunum, sum eftir ætlan aftur skulu gerast mentanardepil í Vágum.
Hýsisá fer suðandi framvið norðanfyri, meðan bilarnir strúka eftir vegnum út til Sørvágs sunnanfyri. Og beint hinumegin vegin stendur kirkjan.
Tær rennur í hug ørindið um hús og kirkju, sum Mikkjal á Ryggi yrkti um. Tey smáu húsini, tjørubrædd og brún, eins og kirkjan stóð dygst har við.
Ella ánna, sum onkuntíð hevur verið øðrvísi sinnað, enn hon er í kvøld. Lat okkum hoyra, hvussu sagt verður í yrkingini um regnið:
«Grátt og rátt og runuvátt
rennur ruskut túnið;
sum at hoyra toruslátt
buldrar fossur brúni.
Áin, ill og ørg og skjót,
ruddar grund og rullar grót.«
Jú, maðurin hevur verið veðursjúkur, tá hann hevur ligið inni og ilskast inn á regnið, sum vit enn gera tað í dag.
Men eisini góðar løtur hevur Mikkjal á Ryggi átt í Hýsisá. Sum tá hann í hoyna 1909 høgdi í helluna hesi orð:
»Vatnið vinnur harðar hellur,
slættar niður fjøll.
Líggin gongur, grasið fellur,
falla so vit øll.
Stirðnar blóðið, steðgar hjartað,
legst enn maður lík.
Sálin í Guds himni bjarta
livir fræls og rík.«
Her livir sálin í mentanini enn. Her stríðast fólk við ansi fyri hesi mentan við at endurreisa Beitishúsini og aftur at fáa stirðnaða blóðið at renna.
Eigaraskifti
Vága Dansifelag fekk í 1994 húsini í Beitinum frá arvingunum. Ætlanin var beinanveg at seta húsini í stand og brúka tey til dans, kvøldsetur og aðrar samkomur.
Men slíkt er ikki bara sum at siga tað hjá einum áhugafelag at fara undir, tí greitt varð heilt skjótt, at tað fór at kosta pengar. Nógvar pengar. Nógv meira enn Vága Dansifelag átti.
Men eldsálir finnast enn. Og fleiri slíkar eigur hetta felagið eisini, hóast ein man teljast fram um aðrar í hesum máli. Nevniliga Nora Joensen á Ryggi í Miðvági, sum uttan at taka nakað frá nøkrum, man hava verið tann berandi kraftin í hesum stríði.
Ein sonevnd Beitisnevnd er sett at standa fyri umvælingini. Í henni sita saman við Noru Joensen eisini Ingun Joensen og og Sigurd Jan Tavsen úr Sørvági.
Húsini vóru í vánaligum standi, tá Dansifelagið fekk tey, og farið varð undir at savna pening á ymsan hátt til tess at fáa tey brúkilig aftur. Tað hava verið hildin tombola, loppumarknaðir, lutaseðlasøla hevur verið, eins og søkt hevur verið um fíggjarliga stuðul ymsastaðni frá.
Dansur hevur sjálvandi eisini verið til frama fyri Beitishúsini. Ikki bara føroyskur dansur, uttan eisini okkurt harmonikutiltak.
Vága Dansifelag hevur givið nøkur postkort út, sum skrýdd eru við fuglatekningum hjá Mikkjali á Ryggi. Felagið hevur fingið loyvi frá teimum, sum eiga upprunatekningarnar, at gera hesi kortini, sum keypast kunnu í handlum kring landið.
Og so er tað Vágakalendarin, sum felagið hevur gjørt og selt síðan 1998.
? Jú, tað hevur givið bara heilt fitt samanlagt, veit Nora Joensen at siga. Og pengarnir hava verið brúktir til húsini, so hvørt teir eru komnir. Tað, sum gjørt er higartil, hevur kostað einar 300.000,- krónur, og alt er goldið. Vit skylda einki oyra upp á húsini.
Útveggirnir eru næstin liðugt umvældir. Samstundis sum bjálvað er, og veggirnir innan tilsvarandi eru gjørdir lidnir. Vindeygu eru eisini skift so hvørt.
Eitt sindur manglar enn av útvegginum vestantil, men tilfarið er tøkt, eins og peningur er til at gera arbeiðið liðugt fyri, greiðir Nora Joensen frá.
Men kortini er nógv eftir. Gólvið skal takast upp, og helst skal nakað av tí skiftast út. Hiti skal leggjast inn, eins og húsunum eisini manglar køk, sum ætlandi skal gerast í syðra enda.
125 ára hald
Tann 17. oktober 2004 eru liðin 125 ár, síðan Mikkjal á Ryggi varð føddur. Og tá ætlar Beitisnevnd hjá Vága Dansifelag at kunna skipa fyri einum tiltaki Mikkjali til minnis í lidnu Beitishúsunum, sigur Nora Joensen.
Hóast væl er eftir at gera, meta tey tað ikki ómøguligt, at so kann verða.
Ætlaða innrættingin sær eisini sera hugnalig út og tykist serliga vælegnað til føroyskan dans.
Gólvið er lint og gevur seg, og rímiliga lágt er undir loftið. Niðara hæddin verður gjørd til eitt stórt rúm, sum kann hýsa hampiliga fitfum samkomum, og køkur verður so í endanum. Durur verður at koma inn í, eins og tvey wc ætlandi verða í húsinum.
Loft er í húsunum, men tað stendur ónýtt, og verður helst einki gjørt við tað í fyrsta umfari heldur, væntar Nora Joensen.
Men møguleikar eru í tí, tá ráð verða at gera tað liðugt, og kann tað tá ivaleyst brúkast til okkurt skilagott endamál, metir hon.
Ymiskt eigur Vága Dansifelag av lutum, sum nátúrliga verða hýstir í egnum hølum, tá so langt kemur. Og Beitisnevndin hevur eisini gjørt sær tankar um at fáa okkurt annað inn, so húsið eisini kann vísast fram sum savn.
Lág hús so tøtt
Lág hús so tøtt um tún
í hugnaligum lagi,
so tjørubrædd og brún
og takt við grønum flagi;
og kirkjan dygst har við
so ellismild at sjá,
rætt sum hon lýsti frið
um bygd og bø og vág.
Tað passar so sera væl saman, tað, sum Mikkjal á Ryggi yrkir um bygdina, og grannalagið her í Beitinum.
Lág eru Beistihúsini, og tætt er húsana millum í grannalagnum. Hóast Beitishúsini í dag eru takt við jarni, er ætlanini at fáa flagtak á aftur.
Og kirkjan stendur so dygst har við, um enn tað ivaleyst er onnur kirkja enn tann, Mikkjal á Ryggi minnist. Hendan, sum nú er, er frá 1952. Tá hevði Mikkjal á Ryggi longu verið fleiri ár í Hoydølum við tuberklum.
Enn rennur Hýsisá fram við garðinum, sum tó í dag er í slíkum standi, at hann man hava sæð betri dagar.
Men innanveggja fara væntndi um ikki so langa tíð at dynja kappakvæði í nýggjari stovu undir sterkum taki. Ymiskt er, sum kvøðið verður, men tann parturin av skaldskapinum hjá skaldinum hiðani úr húsinum, sum kvøðast kann á gólvi, er í grundini ikki so lítil.
Kendast er Brestis Kvæðið, sum mest sum er vorðið hvørs mans ogn í dag. Men annað er, sum eisini verður kvøðið av og á, eitt nú Randvers Kvæðið.
Umframt hesi bæði nevndu, standa í Mikkjalsbók tíggju kvæði og rímur, yrkt eftir Føroyingasøgu. Umframt er eisini Jómsvíkingakvæði eftir Mikkjal á Ryggi.
Hóast nógv er gjørt, er væl eftir, og »ei man vera hildarleikur lokin enn at enda.«
Tó vóna tey, sum standa fyri umvælingini av Beitishúsunum, at alt skal laga seg so væl í vár, at til ber at dansa í húsunum á Vestanstevnu, sum í ár verður í Miðvági.
Tó er aðalmálið, at tað, sum gjørt verður, skal gjaldast so hvørt.










