Tá fer Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum at loysa fyrsta flagið til verkætlanina.
Vegna koronutilmælini verður hátíðarhaldið ikki alment, men bara fyri innbodnum.
Sett verður á í Ánunum, har byrjað verður upp á vegin til tann vestara tunnilin millum Ánir og Árnafjørð.
Umframt landsstýrismannin fer Sigurð Lamhauge, stjóri á Landsverki, eisini at halda røðu.
Nýggi Árnafjarðartunnilin verður umleið 1.900 metrar langur og níggju metrar breiður. Nýggi Hvannasundstunnilin verður umleið 2.200 metrar langur og níggju metrar breiður.
##med2##
Í Ánunum skulu gerast umleið 500 metrar av vegi. Í Árnafirði skulu gerast umleið 500 metrar av vegi í millum tunlarnar, og í Norðdepli skulu gerast umleið 900 metrar av vegi.
Afturat tí verða nýggjar íbindingar gjørdar í Árnafirði og til gomlu tunlarnar, har gjørdir verða umleið 1.000 metrar afturat av nýggjum vegi.
Arbeiðið er mett at taka umleið fýra ár treytað av, at játtan verður til arbeiðið.












