Farna vikuskiftið bjargaði føroyska frálandsskipið Thor Magni tveimum neyðstøddum sjómonnum við Nýfundland. Menninir vóru við einum seglbáti, sum var ávegis úr Plymouth í Onglandi til Rhode Island í USA í einari kappsigling.
Thor Magni arbeiðir í løtuni fyri felagið PGS og er stuðulsskip hjá tveimum seismikkskipum, sum skjóta seismikk á einum øki umleið 250 fjórðingar úr St. John’s. Í løtuni hevur skipið kanadiska manning, men føroyskur skipari og maskinmeistari eru við skipinum.
Vágbingurin Fríði Danberg er skipari umborð á Thor Magna, sum tíðliga leygarmorgunin fekk neyðarkall frá seglbátinm Furia, sum var farið at leka í illveðrinum. Furia er danskur seglbátur, sum tveir bulgarskir menn høvdu lænt til siglingina um Atlantshavið.
- Tað tók okkum góðar tveir tímar at sigla til seglbátin, og vit ætlaðu at bíða eftir einum øðrum skipi, sum var á veg. Men tá søgdu menninir umborð á Furia, at báturin lak, og teir roknaðu við, at báturin kundi søkka innan 10 minuttir. Tí fóru vit í gongd við bjargingina beinanvegin, sigur Fríði Danberg.
Tað var illveður á leiðini, tá ið Furia kom í havsneyð. Tað vóru einir 25 m/s, og aldan var góðar 7 metrar høg.
Teir báðir bulgarsku menninir fóru í bjargingarbátin, og síðani legði Thor Magni seg soleiðis, at bjargingarbáturin rak yvir til teir. Tá lukkaðist at fáa eina línu umborð á bjargingarbátin og fáa hann aftur við síðuni á Thor Magna.
Á skipssíðuni hevur Thor Magni eitt sokallað bjargingarøki, har eitt portur kann latast upp og losleytari kann brúkast til at ganga upp á skipið. Á hendan hátt lukkaðist tað at fáa menninar í øllum góðum umborð á Thor Magna.
- Teir vóru hampuliga væl fyri, tá ið teir komu umborð. Teir vóru vátir og rættiliga troyttir, men teir vóru ikki so kaldir. Sjálvstýrarin hjá teimum hevði verið í ólagi, og tí høvdu teir stýrt við hond í nakrar dagar, so tað hevði verið tungt hjá teimum, sigur Fríði Danberg.
Tá ið Thor Magni hevði tikið menninir umborð, settu teir kós ímóti St. John’s. Tá ið teir fóru frá Furia, var báturin ikki sokkin, men hann stóð ikki til at bjarga, og roknað var við, at hann fór at søkka. Í St. John’s komu umboð fyri myndugleikarnar umborð at kanna menninar og tosa við teir um tilburðin, og síðani tók felagið PGS sær av monnunum og fann hotell til teirra.
- Tað gekk væl við bjargingini, og vit komu í so góðari tíð til menninar, at teir vóru rímiliga væl fyri, tá ið vit fingu bjargað teimum umborð, sigur Fríði Danberg.
Meira kann lesast um tilburðin í Sosialinum, sum kom út í gjár.
Niðanfyri kanst tú síggja myndir frá bjargingini, sum Poul Jacob Magnussen tók










