Tað verður oyggjauppgerð í Hólmanum á Eiði í kvøld, tá ið EB/Streymur fær vitjan av B68.
Felags fyri bæði liðini er, at tey higartil ikki hava vunnið fulla úrtøku, og at tey tvær ferðir hava spælt javnt.
EB/Streymur legði fyri við tveimum javnleikum og hevur síðani tapt 3-0 á útivølli ímóti bæði NSÍ og KÍ.
B68 legði fyri við tveimum tapum og hevur síðani spælt javnt á útivølli ímóti B36 og á heimavølli ímóti TB.
Í fjør endaði EB/Streymur 14 stig frá níggjunda plássinum. Málið er at vinna fleiri stig enn í fjør, tá ið liðið vann 24 stig og endaði á sjeynda plássi. Tí er níggjunda plássið, sum liðið í Sundalagnum í løtuni eru á, als ikki tað, sum teir ætla at vera á. Málið hjá Jákupi Martin Joensen og hansara monnum er at vinna í kvøld og harvið taka stórt stig rætta vegin. Í Klaksvík var saknur í miðverjanum og liðformanninum Andras Ó. Olsen. Hann er komin fyri seg eftir at hava verið skaddur.
Ímóti KÍ var Arnbjørn Hansen alla tíðina á beinkinum. Tað er rættiliga sannlíkt, at hann fer at eiga onkran lut á vøllinum í kvøld – um tað verður millum teir fyrstu ellivu ella sum innskiftari. Higartil hevur hann skorað 155 mál í landskappingini í bestu deildini.
Hjá B68 eru allir spælararnir tøkir. Í 2-2 heimadystinum ímóti TB var leikliga avrikið í løtum gott. Hugburðurin var góður, og spælararnir funnu væl hvønn annan í samanspælinum. At tað í síðsta útidystinum eydnaðist at spæla javnt ímóti B36 gevur mót um, at tað eisini eigur at bera til at vinna úrtøku á Eiði.