Kloakkviðurskiftini mugu raðfestast hægri í komandi býráðssetu. Hóast vit seinastu fýra árini hava upplivað søguliga høgan vøkstur í skattainntøkum vm. í Tórshavnar kommunu, so hava vit kortini sæð, at enn vantar nógv hvat viðvíkur grundleggjandi tænastum, ikki minst innan kloakkviðurskifti í kommununi. Tann sannroynd, at tað ongantíð hava búð fleiri fólk enn tað gera í løtuni í høvuðsstaðarkommununi, ger tað bráðneyðugt, at kjarnuøkir – eitt nú kloakkviðurskifti – frameftir verða dagførd og vælvirkandi í allari kommununi.
Í fíggjarætlanini fyri 2021, sum varð løgd fram fyri stuttum, sæst, at samlaðu inntøkurnar eru yvir eina heila milliard krónur og kommunan er somuleiðis skuldarfrí. Kortini verða einans seks milliónir krónur settar av til at seta kloakkir í býnum í stand fyri. Fyri at samanbera kann nevnast, at í somu fíggjarætlan eru sjey milliónir krónur settar av til at fríðka um økið niðri í Vágsbotni.
Hóast tey flestu sjálvsagt munnu taka undir við, at miðbýarumhvørvið eisini verður raðfest, so vísir hendan samanberingin somuleiðis tíverri, at trupulleikin við kloakkviðurskiftum ikki verður raðfestur serliga høgt. Tað er tó púra greitt, at hóast kloakkirnar ikki eru sjónligar og kanska niðurraðfestar av tí sama, so er trivnaður sum heild treytaður av, at hesi viðurskifti eru í lagi og vælvirkandi.
Kloakkirnar raka okkum øll og nógvastaðni í kommununi eru hesi viðurskifti als ikki nøktandi. Tí eiga vit beinanvegin at hækka hesa játtanina til viðlíkahald og støðugt betra um kloakkskipanirnar í kommununi, tí hetta er ein kjarnuuppgáva, sum eigur at verða raðfest framum aðrar verkætlanir, sum ikki eru alneyðugar fyri, at kommunan kann rekast á skynsaman hátt. Hesum vil eg m.a. arbeiða fyri, um eg fái tín stuðul á býráðsvalinum týsdagin 10. november 2020.