Eru meiningakanningarnar upp undir amerikanska valið í dag eftirfarandi, fara demokratarnir at vinna meirilutan í Umboðsmannatinginum. Tingið hevur 435 limir, og sum er hava republikanararnir 28 fleiri limir enn demokratarnir, og tí skulu demokratarnir fáa 15 umboð afturat fyri at fáa meirilutan.
Í Senatinum eru 100 limir, tveir úr hvørjum av teimum 50 statunum. Í dag standa 33 teirra fyri vali. Av teimum eru 17 demokratar, 15 republikanarar og ein óheftur senatorur, sum ikki stillar uppaftur. Sum er hava republikanararnir 55 senatorar og demokratarnir 44, og tí skulu demokratarnir hava seks afturat fyri at fáa meiriluta í Senatinum.
Alt bendir á, at tað fer ikki at standa á hjá demokratunum at vinna meiriluta í Umboðsmannatinginum, men sambært meiningakanningunum er dysturin í meirilutan í Senatinum spennandi og javnur.
Dysturin snýr seg í veruleikanum um valið í sjey statum, har demokratarnir hava møguleikan at taka senatssessin frá republikanarunum. Tær seinastu meiningakanningarnar vísa, at demokratarnir eru á odda í fimm av teimum sjey statunum, men at teimum restar umleið trý prosentstig í at fella republikanararnar í teimum báðum seinastu statunum.
- Senarsvalið er púra opið. Tað kann fara báðar vegir, segði blaðstjórin á Rothenberg Political Report, Stuart Rothenberg, við USA Today í gjár.
Stórur spenningur
Teir sjey statirnir, sum helst koma at avgera senatsvalið, eru Pennsylvania, Ohio, Rhode Island, Montana, Missouri, Tennessee og Virginia, og eftir teimum seinastu meiningakanningunum sær støðan soleiðis út í teimum einstøku statunum:
Pennsylvania: Her er demokraturin Bob Casey heili 13 prosent stig framm fyri republikanaran Rick Santorum.
Ohio: Demokraturin Sherrod Brown er trý prosentstig framman fyri republikanaran Mike DeWine.
Rhode Island: Seinasta meiningakanningin gevur demokratinum Sheldon Whitehouse trý prosentstig fleiri enn republikanaranum Lincoln Chafee.
Montana: Her liggur demokraturin Jon Tester heili níggju prosentstig framman fyri republikanaran Conrad Burns.
Missouri: Demokraturin Claire McCaskill er sambært kanningunum trý prosentstig framman fyri tann republikanska Jim Talent.
Tennessee: Her er tann republikanski Bob Corker trý prosentstig framm fyri demokratin Harold Ford Jr.
Virginia: Eisini her eru republikanararnir frammanfyri. George Allen er trý prosentstig framman fyri demokratin Jim Webb.
Munurin tódnaður
Demokratarnir hava eisini vónir um at vinna í Arizona, har meiningakanningarnar hava víst, at tað er púra javnt ímillum tann republikanska senatorin Jon Kyl og tann demokratiska avbjóðaran Jim Penderson. Fyri stuttum var tann sitandi senatorurin heili átta prosentstig framman fyri, men nú er munurin minkaður burtur í einki.
Ein landsumfatandi meiningakanning, sum Gallup gjørdi fyri USA Today í gjár, vísti, at demokratarnir kunnu vænta sær 51 prosent av atkvøðunum í dag, og at republikanararnir ætlandi fáa 44 prosent. Men her skal havast í huga, at fyri bara fjúrtan døgum síðani var munurin 13 prosentstig.










