- Klokkan 18.03 í kvøld stongdi Marjun Jensen Bakaríið hjá Anfinn í Soylu.
Soleiðis skrivar ein kvinna á Sandi á Facebook í kvøld. Hon hevur eisini tikið viðheftu mynd, tá krambakvinnan, Marjun Jensen, fyri seinastu ferð letur hurðina aftur eftir sær og steingir Bakaríið.
Í kvøld klokkan 19 bjóðaðu kommunurnar í Sandoynni til móttøku í Ungmannafelagshúsinum Virkinum, har hjúnini, Anfinn og Karin í Soylu, nú gevast at baka.
Tær fýra kommunurnar í Sandoynni vilja við móttøkuni í kvøld heiðra hjúnini fyri trúgva og drúgva tænastu, nú tey í samfull 45 ár hava tikið bakarí á Sandi.
So væl umtókt eru rugbreyðini hjá Anfinni í Soylu, at tað eru fólk í Sandoynni, sum hava keypt sær fleiri breyð niður fyri, nú Bakaríið læt aftur.