Her standa Jóan Símun og Gilli

Flytingarvindeygað latið aftur: Jóan Símun og Gilla hava latið frætt frá sær

Flytingarvindeygað í flestu deildunum í Evropa er latið aftur. Hvørki Jóan Símun Edmundsson ella Gilli Rólantsson Sørensen skifta felag á hesum sinni. Báðir vátta fyri In.fo, at einki meir hendir í kvøld.

 

Jóan Símun Edmundsson hevur verið settur í samband við Brøndby IF, AGF, umframt belgiskan og hollendskan fótbólt. Toftamaðurin hevur sáttmála til í summar, og er í løtuni óynsktur í OB, sum er á venjingarlegu uttan føroyska áleyparan.

 

Gilli Rólantsson Sørensen er eisini á veg út, eftir at trý sáttmálauppskot eru vrakaði í Brann. Tvøramaðurin sigur, at hann við 90 prosent vissu fer at skifta áðrenn í summar, men tað verður ikki í kvøld. Flytingarvindeygað í londum sum Noreg, Svøríki, Sveis og USA er ikki latið aftur.

 

Fyrr í dag hava Teit Jacobsen (Sønderjyske) og Brandur Hendriksson (Randers FC) boðað frá, at teir verða verandi í sínum feløgum. Serliga Teit Jacobsen hevur verið upp á tal til útleiging.

 

Flytingarvindeygað letur aftur:

 

Les eisini: Jóan Símun bíðar eftir telefonini

 

Les eisini: Gilli heldur ikki fram í Brann

 

Les eisini: Teit enn í Sønderjyske

 

Les eisini: Rok í Randers: Brandur ongan veg