Her spælir Lukasz komandi ár

Lukasz Cieslewicz hevur fyri løtu síðan tikið avgerð um framtíðina

Lukasz Cieslewicz hevur í dag longt sáttmálan við B36. Gitingar hava í longri tíð verið um framtíðina hjá póllendingum, sum gjørdist ársins spælari í 2011. Hann hevur verið í samráðingum við millum annað Víking, meðan feløg bæði í Føroyum og Danmark hava víst honum áhuga.

 

Leiðslan í B36 hevur ikki avsannað, at tað var ein møguleiki at framherjin ikki helt fram í felagnum, men í dag hevur hann longt sáttmálan við felagið. Talan er um ein tvey ára sáttmála.

 

Leiðslan í B36 váttar somuleiðis tíðindini um at Sámal Erik Hentze verður venjari komandi tvey árini í felagnum.

Les eisini: Sámal Erik til B36 í dag

Les eisini: Sámal Erik verður venjari hjá B36

Les eisini: Lukasz ikki til Víking

Les eisini: Víkingur vil hava Lukasz