Her spældi Víkingur í 2010!

Tann eina av tveimum bumbuatsóknunum var beint við stadion hjá fótbóltsliðnum, Besiktas.

- Nýggjastu tíðindini siga, at 38 fólk eru dripin - 30 av hesum eru løgreglufólk - og 155 eru særd í Besiktas-býarpartinum í Istanbul í Turkalandi.

 

Tað skrivaði Hanna Jensen, løgtingskvinna fyri Framsókn, á sínari Facebook-síðu í gjár.

 

Hon vísti á, at tann eina av tveimum bumbuatsóknunum var beint við stadion hjá fótbóltsliðnum, Besiktas, sum harðliga átalar atsóknina móti trygdarløgregluni, sum var á vakt, tí dystur var millum Besiktas og Bursaspor.

 

- Í juli í 2010 spældi Víkingur Europa League kvalifikatiónsdyst móti Besiktas júst á hesum stadion. Syrgilig støða í Istanbul í hesi løtu, heldur løgtingskvinnan fyri.