Her søkkur arbeiðsbáturin í Stavanger

Tað var rættiligt illveður við vesturstrond Noregs leygarkvøldið og sunnunáttina.

Um vikuskiftið var illveður um stóran part av vesturstrond Noregs, og í Stavanger gjørdist neyðugt at flyta fólk av matstovum, sum liggja niðri við bryggjuna, tí veðrið var so ringt, og vatnstøðan var so høg.

 

Trupulleikar vóru av skipum og bátum í Vågen í Stavanger, og eitt nú baksaðust bjargingarfólk leingi við 15 metrar langa arbeiðsbátin, Bore Cat. Tað eydnaðist ikki at bjarga bátinum, sum sakk við bryggjuna.

 

- Báturin lá og sló móti flótibrúnni, sigur ein tænastumaður hjá norsku løgregluni í Stavanger, sum norskir miðlar skiftu orð við. 

 

Tað endaði við, at arbeiðsbáturin fór at taka sjógv inn. Báturin fekk stóra slagsíðu og sakk at enda niður fyri bryggjuni. Út á sunnunáttina upplýsti løgreglan, at tað eydnaðist ikki at bjarga bátinum flótandi.

 

iLaks hevur eisini endurgivið aðrar miðlar í Noregi um hendingina, og teir størru miðlarnir í landinum gjørdu um vikuskiftið nógv burtur úr illveðrinum, sum rakti vesturstrond Noregs leygarkvøldið og sunnunáttina.

 

##med2##

 

 

 

 

 

Arbeiðsbáturin - Bore Cat - er bygdur Grovfjord Mek. Verksted í apríl í 2013.