Tá Mowi byrjaði at ala á Sandsvág fyri nøkrum árum síðan, lógu aliringarnir ytru á vánni. Tað er heppið, at alingin nú fer fram innari - og innan fyri ringastu aldurnar ein slíkan dag sum í dag.

Her skulu sterkar ketur til

Tað hevur verið ringt í sjónum í dag, og aldan vestan fyri hevur verið rættiliga stór.

Tá Mowi byrjaði at ala á Sandsvág fyri nøkrum árum síðan, lógu aliringarnir ytru á vánni. Tað er heppið, at alingin nú fer fram innari - og innan fyri ringastu aldurnar ein slíkan dag sum í dag.

Fyri løtu síðan høvdu vit grein úr Sørvági, har Eivin Jacobsen sigur, at so nógvur sjógangur hevur verið í Sørvági í dag sum sjáldan áður.

 

- Aldan vestan fyri er stór, upp í einar 12-14 metrar, og her hevur nógv trýst verið inn eftir Sørvágsfirði, sigur sørvingurin.

 

Har, sum útnyrðingurin liggur upp á land, hevur verið brim, og tað eru firðir, ið útnyrðingurin sleppur inn á, sum ikki síggja tespiligir út í dag.

 

Ein av hesum firðum er Skúvoyarfjørður, og her hevur eisini nógv trýst frá stórari aldu vestan eftir staðið inn á Sandsvág.

 

Á Sandsvág er nógv aling, og her liggur stórt fóðurskip. Tíbetur sær út til, at ringar og fortoyningar eru nóg sterk til at standa ímóti uppganginum.

 

Tað er Mowi, sum hevur aling og fóðurskip á Sandsvág, og her hava tey gjørt alt, sum liggur í teirra makt fyri, at útgerðin skal halda.

 

Men, tað er greitt, at her skulu sterkir aliringar og sterkar og tungar fortoyningar til, um útgerðin skal halda slíkar dagar, tá uppgangurin er so ógvusligur.

 

Viðheftu myndir eru tiknar nú seinnapartin, og sum sæst, stendur øll Sandsvág í andarisi, og her stendur nógv á aliútgerðini inni á vánni.

 

Fyrrapartin helt onkur sandingur fyri, at hetta mundi vera ringasti dagur á Sandsvág, síðan fóðurskipið hjá Mowi kom inn á vánna at liggja.

 

##med2##

 

 

 

 

 

 

 

Tá Mowi byrjaði at ala á Sandsvág fyri nøkrum árum síðan, lógu aliringarnir ytru á vánni. Tað er heppið, at alingin nú fer fram innari - og innan fyri ringastu aldurnar ein slíkan dag sum í dag.