Her skulu smátturnar standa

Gjørt verður nú byggibúgvi til frítíðarsmátturnar í Vági, ið eisini verða partur av ætlaða ítróttarháskúlanum.

Longi hevur verið prátað um eina ætlan, ið snýr seg um at byggja frítíðarsmáttur í Vági.

 

Tað hevur staðið privatpersónum í boðið at ognað sær eina av smáttunum, ið eru ætlaðar sum frítíðarhús.

 

Nú er arbeiðið at gera økið til smátturnar byggibúgvið farið í gongd. Økið er á fløtuni miðskeiðis millum sandin og Vatnið, nevnt í Mýrunum.

 

Fyri fáum døgum síðani kom fram, at ætlanin er at seta á stovn ítróttarháskúla í Vági. Í hesum sambandi verð nevnt, at smátturnar eru inni í myndini, og at næmingar kunnu búgva í smáttunum.

 

Í eini lýsing av verkætlanini varð m.a. sagt soleiðis um byggiætlanina:

 

 

Smátturnar verða allar somu stødd, 42 m2 til støddar. Í smáttunum verður eitt alrúm við stovu og køk, tvey sovirúm, eitt baðirúm, durður, og so hemsur við fýra soviplássum. Eisini er gjørd loysn við smáttum til rørslutarnað, Hesar hava eitt sovirúm og eitt størri baðirúm.