Her skrivar Víkingur søgu

Video: Her ber til at síggja málini frá dystinum hjá Víkingi í gjárkvøldið

Víkingur leikti seg í gjárkvøldið víðari til triðja umfar av Europa League. Hetta er samstundis føroyskt met, tí ongantíð áður, er nakað føroyskt lið komið so langt í altjóða avbjóðingum.

 

Her ber til at síggja Bárður Hansen skora útjavnandi málið fyri Víking, umframt Hall Hansson skora avgerandi málið í dystinum.

 

Tromsø IL – Víkingur 1-2 (0-0)

1-0   Simon Wangberg, 52.

1-1   Bárður Hansen, 60.

1-2   Hallur Hansson, 77.