Her skráin fyri Summar Festivalin í dag

Rasmus Bjerg, Páll Finnur Páll, Anne Dorte & Maria og onnur spæla í kvøld

Seinasti dagurin á Summar Festivalinum hesa ferð bjóðar 11 konsertir umframt annað undirhald og framførslur.

 

Tríggjar konsertir vera á Vágsbø í kvøld. Anfinn & Co. spæla teirra fangandi og undirhaldandi sangir, Anne Dorte & Maria syngja tað besta hjá Tøsedrengene og Ray Dee Ohh, og Rasmus Bjerg trívur í øll hittini hjá John Mogensen.

 

Í Tjaldinum spæla Safir, Exit Light, ið er Metallica Tribute, og Páll Finnur Páll.

 

Á Torginum framføra Bubu, Eyðun Jacobsen, Hjalmar & Dagfinn, Sway og Páll Brim.

 

Fyrsta konsertin verður kl. 17:00, og tann seinasta kl. 02:45.  

 

Silvaland hevur opið frá kl. 15 til 20, og har vera aktivitetir, sangur og framførslur. 

 

##med2##