KÍ boðar í dag frá, at Mikkjal K. Thomassen tekur við útlendskari avbjóðing, eftir átta ár við róðrið í Klaksvík. Hann skal eftir øllum at døma verða venjari hjá Fredrikstad FK í næstbestu deildini í Norra.
Norskir miðlar hava fyrr í dag skrivað, at tað verður Mikkjal K. Thomassen, sum verður nýggjur venjari í Fredrikstad. Felagið hevur boðið til tíðindafund í fyrrapartin í dag. Nú hevur KÍ váttað, at Mikkjal K. Thomassen gevst í KÍ.
- Mikkjal hevur javnan fingið boðið útlenskt venjarastarv, og nú hevur eitt útlenskt felag við fríkeypsklausuli loyst hann úr sáttmálanum við KÍ, skrivar KÍ.fo.
KÍ er farið í holt við tilgongdina at seta nýggjan høvuðsvenjara. Málið er at seta ein vælskikkaðan leiðara við fakligum fótbóltsroyndum á høgum stigi. Hetta skal gerast við nærlagni og tekur tað tíð, sum krevst.