Marghøllin, sum vágbingar almannakunngjørdu ætlanir um í mai, skal standa á Oyrunum í Vági, at Pálshøll eisini stendur.
Hetta hevur verið ídnaðarøki, men er partvís ruddað í samband við Pálshøll, og nú skal økið ruddast, so pláss eisini verður fyri marghøllini.
Umframt er eisini ætlanin at útbyggja Pálshøll við baðilandi.
Á myndini sæst Pálshøll og longur burtur økið, ið nú skal ruddast, so pláss verður fyri baðilandi og nýggju marghøllini.
Innsetta myndin sýnir marghøll innan.
Talan er um marghøll í Vági við hálvum fótbóltsvølli, hondbóltsvølli, umstøðum til frælsan ítrótt, umframt allar aðrar hugsandi ítróttargreinar, sum tað ber til at íðka innandura.
Høllin í Vági er 95 metrar long og 50 metrar breið. Upp undir tróðrið er hon 15 metrar høg, og har hon er lægst, er hon seks metrar høg. Hon tolir vind upp á 65 metrar um sekundið og takið tolir ein metur tjukkan kava fyri hvønn fermetur.