U-21 landsdysturin millum Eysturríki og Føroyar, sum verður leiktur klokkan 17:00 í kvøld verður stroymaður beinleiðis.
Við at trýsta á hesa leinkjuna, ber til at fylgja við í dystinum.
Hetta er annars fyrsta ferðin at Eysturríki og Føroyar møtast í U-21 landsliðshøpi.
Mótstøðuliðið hjá Føroyum í kvøld er á øðrum plássi í bólkinum, og hevur einans tapt tann eina dystin higartil, sum teir taptu ímóti oddaliðnum Týsklandi.
Føroyar eiga fyrstu stigini til góðar í bólkinum.
Føroyska liðið til dystin í kvøld er hetta:
Í mál: Elias Rasmussen
Í verjuni frá høgru: Leivur Joensen, Andrias Eriksen, Hørður Askham, Ári Mohr Jónsson
Á miðvøllinum frá høgru: Teit Jacobsen, Betuel Hansen, Jonas G. Hansen, Magnus Egilsson
Í álopinum: Gestur B. Dam, Jákup Thomsen










