Her sæst nýggja sjónbandalagið hjá glóð

glóð kunngjørdi fyrsta staklagið, »Spilt tíð«, av komandi fløguni á Rás2 og síðani í Útvarpinum fríggjadagin í farnu viku. Í dag hevur bólkurin lagt sjónbandalagið av sama sangi á YouTube.

 

Talan er í stóran mun um upptøkur frá venjingar- og upptøkuhølunum, har manningin í glóð hevur hildið til og spælt inn.

 

Lagið »Spilt tíð« er, sum sagt, fyrsta staklagið til fløguna »Mítt stríð er mítt ríki«, sum kemur út í næstum.

 

Tað er Hans Edward Andreasen, sum er oddamaður í bólkinum. Aftrat honum eru Rúni Mouritsen, Edmund í Garði og Kristoffur Mørkøre. Sjónbandalagið til »Spilt tíð« hjá glóð sæst niðanfyri hesa grein.

 

Mynd: Heiðrik á Heygum hevur gjørt húsan til »Mítt stríð er mítt ríki« hjá glóð