Tað er í dag klokkan 16:30 føroyska tíð at NSÍ spælir fyrru uppgerðina í Europa League kappingini móti Dinamo Minsk.
Dysturin verður leiktur í hvítarussiska høvuðstaðnum Minsk. Merkisvert er, at hetta er annað árið á rað, at NSÍ trekkir lið úr Hvítarusslandi, tí í fjør spældu teir ímóti Shaktyor Soligorsk í Europa League kappingini.
Væntað verður at mótstøðan hjá NSÍ til dystin í kvøld, kemur at minna nógv um mótstøðuna frá dystunum í fjør.
Til ber at stroyma dystin hjá NSÍ beinleiðis. Hann kann síggjast við at trýsta á her.