Í dag eru 30 ár síðani, at Føroyar vunnu 1-0 á Eysturríki í Landskrona í fyrsta EM-undankappingardystinum hjá føroyska landsliðnum. Í tí sambandi verður Landskrona-radio á FM1 á í dag millum klokkan 15 og 17, har legendurnar frá dystinum verða gestir.
Spælararnir og fólk kring landsliðið savnast og fara at enduruppliva dystin á stórskermi, meðan mikrofonirnar hjá FM1 verða hjá. Tað ber eisini til hjá tær at lurta eftir sendingini og fylgja dystinum, sum liggur á Youtube við útlendskum frásøgufólki (niðast í greinini), umframt á heimasíðuni hjá KVF (Trýst HER).
Møguleiki er eisini at hoyra dystin, sum Útvarpið segði frá. (Trýsta HER)
Meðan sendingin er ber til at senda SMS inn á 559999, har vit spyrja hvussu tú minnist bragdið í Landskrona.
##med2##











