- Tað sigur seg sjálvt, at her ruggar ikki alt rætt!
Tað staðfestir Jákup Mikkelsen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, og formaður fyri tingmanningina hjá flokkinum.
Tað, hann sipar til, er ætlanin hjá Tórshavnar býráð at byggja havnarlagið í Havn, út.
Hvassur orðadráttur hevur verið ímillum hann og borgarstjóran í Havn seinastu dagarnar um ætlanin at byggja Tórshavnar Havn, út.
- Tá Havnin skal byggja eina góðshavn fyri eina milliard, og ein munandi betri havn kundi verðið bygd á Skálafjørðinum fyri 25% av kostnaðinum, sigur tað seg sjálvt, at her ruggar ikki alt rætt, sigur Jákup Mikkelsen.
Hann sigur, at tí er tað ein spurningurin um henda íløgan er almannagagnligt og sostatt lóglig eftir kommunustýrislógini.
- Um trý ár tekur tað 15 minuttir at koyra ímillum Skansan og Skálafjørðin. Og hevði Skálafjørðurin í dag verið partur av Tórshavnar Kommunu, hevði Heðin Mortensen neyvan tosað um at leggja nakra góðshavn uttanfyri Havnar Skansa, sigur fólkafloksmaðurin.
Hann spyr, um tað ikki bara er eittans endamál við at byggja havnarlagið í Havn út, og tað er at fá kassaapparatið hjá Heðin Mortensen at ringja.
Jákup Mikkelsen sigur, at í dag er støðan tann í dag, at kommunur skapa nú ikki bert karmarnar, men eru eisini ógvuliga virknar í vinnulívi.
- Hetta er beinleiðis í stríð við bókstav og anda í kommunulógini, sigur Jákup Mikkelsen
Hann vísir á, at landið eigur longu eina farmahavn, nevniliga Vága Floghavn - Hví kann landið ikki reka eina góðshavn fyri sjóvegis flutning, á sama hátt sum landið rekur eina floghavn, spyr Jákup Mikkelsen.
Les meiri um støðuna hjá Jákupi Mikkelsen við at trýsta HER. Eitt nú spyr hann, um Heðin Mortensen yvirhøvur er javnaðarmaður