1. november var fólkatalið í Føroyum 50.358 fólk, og tað var ein vøkstur á 1,3 prosent samanborið við somu tíð eitt ár frammanundan.
Fólkatalið veksur í flestu kommunum kring landið, men seinasta árið hava fimm kommunur havt afturgongd í fólkatalinum.
Í Fugloyar kommunu er størsta lutfalsliga afturgongdin. Har minkaði fólkatalið 15,2 prosent. Hovs kommuna hevði afturgongd á 5,9 prosent, og Fámjins kommuna gekk aftur við 2,4 prosentum. Fólkatalið í Hvalbiar kommunu minkaði 2,0 prosent og í Sands kommunu 1,3 prosent.
Lutfalsliga størsta vøksturin í fólkatalinum hevði Porkeris kommuna. Har vaks fólkatalið 7,2 prosent frá 1. november 2016 til 1. november 2017.