Her má vend koma í

- Tað er ivasamt, um landingarmiðstøðin í Sørvági hevur nakran møguleika at halda fram í longdini, um ikki vend kemur í, og meira fiskur kemur upp á land, sigur landingarformaðurin, Wentzel Mouritsen.

Botnfiskaveiðan undir Føroyum hevur svikið seinnu árini. Hetta hevur bæði gingið út yvir ísfiskaskipini og virkini á landi, sum skulu virka fiskin til útflutnings.

 

Ein annar liður, sum merkir, at lítil fiskur kemur upp á land, eru teir menn, sum skulu landa skipini og skilja fiskin, tá hann kemur upp á land.

 

Í Sørvági er landingarmiðstøð, men her er sum heild lítið virksemi. Tí er eisini trupult at halda upp á fólk, tí landingararbeiði gevur, tá samanum kemur, ikki so nógv av sær í krónum og oyrum.

 

Wentzel Mouritsen, landingarformaður hjá Barinum, sum eigur og rekur landingarmiðstøðirnar í Havn og í Sørvági, sigur, at skúlanæmingar eru viðvirkandi til, at tað yvirhøvur ber til at landa skip í Sørvági.

 

- Vit hava nakrar mans, sum plaga at landa, tá skip eru, og so hava vit eisini nakrar skúlanæmingar, sum eru góðir at heita á. Uttan hesar næmingar hevði onkuntíð verið trupult at manna landingarliðið.

 

Hann sigur, at tá skip koma inn at landa, skal landingarliðið helst telja einar 12 mans, tá teir, ið skilja fiskin inni á virkinum, eru íroknaðir.

 

- Viðhvørt, tá ringast stendur til við fólki, læna vit fólk, sum eru knýtt at landingarmiðstøðini í Havn.

 

Landingarformaðurin ivast í, um landingarmiðstøðin í Sørvági hevur nakran møguleika at halda fram í longdini, um ikki vend kemur í, og meira fiskur kemur upp á land.