Í gjár skoraði Brandur Hendriksson Olsen fyri Randers FC, sum tó tapti fyri føroyingafelagnum Vendsyssel. Bæði Meinhard E. Olsen og Hákun Edmundsson fingu spælitíð, meðan René Shaki Joensen er skaddur.
Síggj málið við at trýsta á pílin á myndini
Christian Overby syrgdi fyri 1-0-hálvleiksleiðslu til Vendsyssel FF, men í seinna hálvleiki javnaði Kasper Fisker fyri Randers FC, áðrenn Brandur Hendriksson legði teir á odda 2-1.
Les eisini: Brandur á máltalvuna
Vendsyssel FF fekk javnað aftur umvegis eitt sjálvmál, og tá ið eitt korter restaði í var Thomas Dalgaard á blettinum og tryggjaði Vendsyssel FF ein 3-2-sigur í hesum venjingardystinum.









