Herálvur heldur fram sum formaður

Tað er nú greitt, at Herálvur Jacobsen heldur fram sum formaður í Lærarafelagnum.

Felagið hevur aðalfund í dag og har var eisini formansval á skránni.

Herálvur Jacobsen, sum hevur verið formaður seinastu árini, stillaði uppaftur, men harafturat stillaði Hans Jón Thomsen upp ímóti honum.

Valið hevur akkurát verið og har var ongin ivi um, hvønn lærararnir vildu hava til formann, tí Herálvur Jacobsen fekk heilar 192 atkvøður og avbjóðarin fekk bara 65 atkvøður.

Valskeiðið er tvey ár.

Umframt formann skuldu eisini tveir nevndarlimir veljast

Valevnini vóru Maria V. Hansen, lærari í Eysturskúlanum, og Jákup av Skarði, fyrstilærari í skúlanum í Nólsoy.

Tá tvey valevni eru uppstillað til nevndina, vórðu tey vald uttan atkvøðugreiðslu.