Herálvur Joensen er í dag settur í starv sum deildarstjóri fyri altjóða rætti í uttanríkisráðnum.
Í deildini verða altjóðarættarligu viðurskifti Føroya fyrisitin, eitt nú mannarættindi, havrættur, WTO-rættur og evropiskur samveldisrættur. Eisini verða trygdarpolitisku viðurskifti Føroya fyrisitin í deildini.
Herálvur Joensen hevur løgfrøðiligt embætisprógv frá Lærda háskúlanum í Keypmannahavn, og harumframt hevur hann eisini tikið útbúgvingina master of law (LLM) í altjóða rætti við Lærda háskúlan í Bristol.
Herálvur Joensen hevur drúgvar fyrisitingarligar royndir og drúgvar leiðsluroyndir. Hann hevur millum annað starvast sum deildarstjóri í vinnumálaráðnum, aðalstjóri oljumálaráðnum og aðalstjóri í fiskimálaráðnum. Síðan 2006 hevur Herálvur verið sendimaður Føroya í Keypmannahavn.
Herálvur Joensen tekur við nýggja starvinum hin 1. september 2011.