Her kunnu føroyingar ikki kappast á jøvnum føti

? Tað verður ikki føroyskur fiskur, sum verður grundarlagið undir okkaa nýggja flakavirki í Lettlandi, sigur Egil Olsen

Fiskivinna

Egil og Petur Olsen brutu upp úr nýggjum í føroyskari vinnulívssøgu, tá ið teir fyrr í vikuni settu flakavirki í Lettlandi.
Ætlanin hevur longu fingið nógva umrøðu ímillum manna, serliga eftir at hann segði, at ætlanin var eisini at arbeiða føroyskan fisk.
Men hann væntar kortini, at nógv tað mesta av rávøruni verður keypt úr Noregi, har fiskurin er bíligari enn úr Føroyum og har flutningsmøguleikarnir eru betri.
? Vit kunnu keypa fisk úr norðast úr Noregi og hava hann á flakavirkinum í Lettlandi eftir einum góðum samdøgurið.
Annars væntar hann at keypa fisk frá skipum, sum fiska í Eystrasalti.
Hinvegin fer tað at taka hálvtfjórða samdøgur at fáa fisk úr Føroyum til Lettlands, so hóast teir fara at keypa nakað úr Føroyum, verður tað ikki føroyskur fiskur, sum verður álitið. Teir ætla eisini at keypa fisk úr Danmark og Íslandi.
Egil Olsen sigur, at ætlanin er at taka ímóti 6000 tonsum um árið.

Økja kanska virksemi
Egil Olsen var ein av teimum, sum við áhuga fylgdi við, tá ið Mati Murd frá estlendsku sendistovuni í Danmark var í Føroyum mikumorgunin og greiddi frá møguleikunum hjá føroyskum vinnulívi í Estlandi.
Og hann útihýsir als ikki, at virksemið hjá teimum í Baltalondunum, verður økt.
? Baltalondini eru limir í ES og nú vit hava eina fyritøku, kunnu vit fáa upp í 75% í íløgustuðuli úr ymsum ES økismenningargrunnum, um vit seta fleiri virki ígongd í Lettlandi. So vítt hann veit, er hetta galdandi fyri øll Baltalondini.
Sjálvur heldur Egil Olsen, at Estland er sera áhugavert, serliga tí, at tey hava so góðar havnir og sera gott samband við tann ovurstóra marknaðin í Russlandi.
? Tí kanna vit sjálvandi, hvørjir møguleikar eru, men nakrar ítøkiligar ætlanir eru ikki enn.
Egil Olsen sigur, at fiskavirki, teir nú hava, er 2500 fermetrar stórt í trimum hæddum, ella heilar 7.500 fermetrar tilsamans.
Enn brúka teir bara niðastu hæddina, men teir hava forrætt til at leiga ella keypa tær báðar ovastu hæddirnar eisini.
? Sjálvandi kanna vit møguleikarnar at økja um virksemið. Í fyrstuni fara vit at arbeiða fisk, sum er tað, vit duga best, men møguleikarnir eru nógvir.

Nógvir fyrimunir í Lettlandi
? Tað, sum ger Lettland serliga áhugavert, er, at teir eru limir í ES og tað ger, at vit sleppa undan øllum tollforðingum. Harafturat er kostnaðarstøðið nógv lægri enn í Føroyum. Ein arbeiðsmannaløn er bara slakar 3000 krónur, eins og orka, tilfar og annað er bíligari.
? Men Lettland liggur eisini sera væl fyri til flutning. Fiskur, sum vit hava virkað á virkinum, kann vera á marknaðinum í Hamborg í týsklandi eftir 10 tímum. Frá flogvøllinum í Riga eru heilar 26 fráferðir um dagin, so tað liggur eisini sera væl fyri at flyta fiski á marknaðin við flogfari.
Egil Olsen sigur, at góðir flutningsmøguleikar hava alt at siga í sambandi við feskan fisk og tær treytir, teir hava í Riga, hava føroyingar ongan møguleika hava at kappast við.
? Tað er ein sera stórur kappingarfyrimunur, at vit kunnu levera fesk fløk hvønn dag,sigur Egil Olsen.