Her kunnu byggjast 60 nýggir bústaðir

Tórshavnar býráð hevur samtykt nýggja serstaka byggisamtykt fyri økið millum Skotarók og Oyggjarvegin

 

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 24. apríl 2024 uppskot um nýggja serstaka byggisamtykt fyri matr. nr. 1235a, 1378, 1233a og 1233b, Tórshavn. Talan er um eitt øki millum Skotarók og Oyggjarvegin.

Uppskotið snýr seg um at skipa økið til bústaðarbygging. 

Sambært Tórshavnar býráð er ætlanin við hesi serstøku byggisamtyktini er, at skipa íbúðarbygging fyri økið millum Skotarók og Oyggjarvegin. Økið skal skipast sum ein heild, og byggjast skal við virðing fyri lendinum, soleiðis at útsýni og nøktandi ljósviðurskifti kunnu tryggjast til eitt fjølbroytt útboð av bústaðareindum.

Samlaða økið er umleið 10.840 fermetrar til støddar, og ætlanin er at byggja íbúðir á økjunum A (Umleið 5000 fermetrar) og B (umleið 3760 fermetrar).

– Endamálið við hesi serstøku byggisamtyktini er at skipa bústaðarbygging á økinum, soleiðis at bygt verður báðu megin nýggja bústaðarvegin, sum sæst í myndini niðanfyri, skrivar kommunan.

Økið liggur í umráðispartinum A1 í almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu, sum er ætlað til bústaðir.

Á økinum, sum serstaka byggisamtyktin fevnir um, kunnu byggjast íbúðir, felags hentleikar til íbúgvarnar og annars tað sum verður loyvt í almennu byggisamtyktini fyri umráðispartin A1. Byggjast kunnu í mesta lagi 60 bústaðareindir á økinum.

 

##med2##

 

##med3##