Her kunnu 12-15 leiguíbúðir byggjast

Í dag kann In.fo borðrreiða við myndum av niðurtøkuni av turkihúsinum, sum byrjaði fyri jól.

 

Í heyst segði borgarstjórin í Vestmanna kommunu, Pauli T. Petersen, at øll 22 grundstykkini í nýggju útstykkingini í Vestmanna eru seld, og at kommunan tískil noyðist at finna nýggj byggiøki.

- Vit eiga ikki meira lendi beint nú, men hetta er eitt mál, sum vit arbeiða við at loysa, legði hann aftrat.

Í samrøðuni fegnaðist borgarstjórin eisini um, at gongd nú eisini er komin á at útvega nýggjar og fjølbroyttar bústaðarmøguleikar í Vestmanna. Bústaðir byggja sjey íbúðir á økinum, har gamla kommunuskrivstovan var.

- Hetta arbeiðið er komið væl áleiðis, og nú verður arbeitt við bjálving og klæðing. Av teimum sjey íbúðunum, verður ein íbúð bygd til fólk við avbjóðingum, segði hann.

Pauli T. Petersen vísti í samrøðuni á, at kommunan hevði sett sær fyri at taka gamla turkihúsið í bygdini niður, og í Vestmanna hevur ljóðað, at áhugi er millum veitarar at byggja leiguíbúðir á lendinum, har turkihúsið stóð.

##med2##

Í dag kann In.fo borðrreiða við myndum av niðurtøkuni av turkihúsinum, sum byrjaði fyri jól. Nú er alt húsið slættað við jørðina.

Tað er Vestmanna kommuna, sum eigur lendið, og vit hava skilt, at samband hevur verið millum kommuna og privatar veitarar, sum hava víst áhuga fyri at byggja leiguíbúðir á økinum. Men, enn er eingin avtala komin upp á pláss.

Sum In.fo skilir, hevur hin eini privati veitarin víst á, at byggjast kunnu einar 12-15 leiguíbúðir á lendinum. 

##med3##

##med4##