Her kundu verið fólk í fleiri húsum

- Fólkatalið er støðugt, men sjálvandi kundu vit altíð ynskt okkum, at tað vóru væl fleiri fólk í bygdini, sigur Magni Garðalíð á Húsum. Hann er borgarstjóri í kommununi, sum fevnir um bygdirnar Húsar og Syðradal á Kalsoynni.

Húsar: Tað var eitt stórt framstig fyri fólkið í allari oynni, tá ferjulegan á Syðradali varð tikin í nýtslu og tey nú fingu gott og regluligt samband við meginøkið.

Hyggur ein eftir hagtølunum fyri Húsar og Syðradali í dag, so ber til at síggja eitt rættiliga støðugt tal av fólki á Húsum, meðan fólkatalið í teirri sunnaru bygdini hevur verið meiri skiftandi.

Tey seinastu 20 árini eru húsafólkini økt úr 38 og upp í 52, meðan syðradalsfólkini um somu tíð eru farin úr 12 og niður á 9.

Í kommununi finst eitt stórt arbeiðspláss, nevniliga smoltstøðin í Knúsdali, sum varð umrødd í Sosialinum í gjár.

Eitt av starvsfólkunum á støðini helt í samrøðuni fyri, at tað var sera gott at eitt slíkt arbeiðspláss var í kommununi.

- Var hetta arbeiðsplássið ikki, so var vandi fyri at fólk bara fluttu aðrastaðni at finna sær arbeiði, varð sagt.

Í einum komandi blaði fara vit at skifta orð við borgarstjóran um onnur kommunal viðurskifti í oynni, og ikki minst um, hvussu verður við einum framtíðar samstarvi við Klaksvíkar kommunu.


Vegagerð

Tann nógva og tunga ferðslan hesi seinnu árini, hevur aftur skapt tørv á ymiskum tiltøkum í kommununi, m.a. útveganini av bilplássum

Hesa komandi tíðina verður farið undir fleiri størri arbeiðir fyri at tryggja øllum borgarum í kommununi góðar umstøður í tí dagliga.

- Eitt tað fyrsta, sum vit mugu gera er at bøta um vegin gjøgnum bygdina. Ja, tú sært sjálvur, hvussu illa hann er farin!

- Vegurin er í so ringum standi, at hann má allur gravast uppaftur og síðani gerast av nýggjum, sigur borgarstjórin á Húsum.

Í sjálvum sær ljóðar hetta sum ein løtt og skjótt uppgáva at loysa, men tað er kortini ikki vist, at tað verður soleiðis allan vegin.

Hetta er Magni eisini greiður yvir: - Ein kann skjótt koma fram á ymiskt, sum ein ikki sær nú, men sum kortini má gerast av nýggjum.

Óhugsandi er nevniliga ikki, at fólk framvið bygdarvegnum mugu til at skifta tey gomlu jarnrørini til vatnleiðingina út við onnur, nú vegurin verður grivin upp og gjørdur av nýggjum.


Seta vatnið til

Eitt annað av arbeiðunum hjá kommununi hevur verið at tryggja borgarunum reint drekkivatn.

Í hesum sambandi hevur kommunan keypt reinsiverk til báðar bygdirnar, og er arbeiðið at seta hesar upp í gerð í løtuni.

Á Húsum verður verkið sett inn í eitt hús, sum er keypt serstakt til endamálið, meðan ein á Syðradali fer at seta tað upp í einum húsum, sum standa har frammanundan.

Gongst soleiðis sum bygdaráðið ætlar, verður hetta arbeiðið liðugt í ár.

- Tað er rættiliga einfalt: Húsið verður sett upp, og so skal ein í roynd og veru bert seta vatnið til, sigur Magni Garðalíð.


Góður vøllur

Er kommunan er lítil, og tað bert búgva beint omanfyri 60 fólk í báðum bygdunum - 52 á Húsum og 9 á Syðradali - so er hon væl fyri fíggjarliga.

- Ja, vit eiga tøkan pening, og faktiskt skylda vit heldur ikki nøkrum eitt oyra, slær Magni fast.

Í fjør brúkti kommunan kortini nakað væl av peningi, millum annað til ein sparkivøll miðskeiðis í bygdini.

Hesin var upprunaliga mettur at kosta eina ávísa upphædd, men tá til stykkis kom, gjørdist hann kortini munandi dýrari enn ætlað.

Og sum skilst er alt arbeiðið kring vøllin ikki liðugt enn. Okkurt smávegis arbeiði skal gerast aftrat.

- Men, satt at siga, so eru vit als ikki so hørm um at hann gjørdist dýrari enn mett.

- Henda vøllin hava børnini verið ótrúliga glað fyri, og tað fegnast vit, sum vera man eisini um, sigur Magni.