Her koma Jesus tíni smá

Jólagudstænasta fyri børn í Christianskirkjuni

Í morgun kl. 10.30 varð skipað fyri afturvendandi jólaguðstænastu fyri øllum børnum í Klaksvík, sum eru í dagstovni ella dagrøkt – góð 400 í tali.

 

Tey sungu væl við og dugdu eisini at lurta eftir Marjun Lómaklett, sóknarpresti.

 

Vanliga eru nógvir bilar kring kirkjuna, tá ið tiltøk eru har, men í dag vóru rættiliga nógvir barnavognar ístaðin, sum myndirnar siga frá.

 

Í morgin, týsdagin kl. 10.30, verða tað skúlarnir í Klaksvík, sum hittast í Kirkjuni til jólaguðstænastu, har tey til endans plaga at syngja óføra væl við til “Gleðilig jól”, sum er ein fragd at hoyra, so hjartaliga sungið.

 

Orð og myndir: Dávur Winther