Paul Watson, leiðari fyri felagsskapin Sea Shepherd, hevur gjørt nógv burtur úr konsertferð hjá føroyska rockbólkinum Týr í USA og Kanada hendan mánaðin. Watson hevur ferð eftir ferð heitt á síni viðhaldsfólk um at mótmæla á spælistøðum, har Týr spælir.
Orsøkin er, at Watson setur Týr í samband við grindadráp, tí limir í bólkinum luttaka í grindadrápi, og Watson heldur, at Týr við sínum tónleiki promoverar grindadráp. Sangarin í Týr, Heri Joensen, hevur áður verið í kjaki við Paul Watson um grindadráp.
Fyrrakvøldið spældi Týr í amerikanska stórbýnum San Diego, og har møtti Paul Watson sjálvur at mótmæla. Hann var saman við umleið 10 viðhaldsfólkum og royndi at koma á tal við tónleikararnar í Týr.
Watson kjakaðist eina løtu við bassspælaran í Týr, Gunnar Thomsen, og teir vóru sum verða man púra ósamdir um grindadrápið. Gunnar Thomsen segði Paul Wason, at hann fór ongantíð at megna at steðga grindadrápi, og Watson segði, at hann fór ongantíð at gevast við at stríðast ímóti tí.
Konsertferðin hjá Týr í USA heldur fram restina av mánaðinum. Í annaðkvøld spælir Týr í Dallas.