Í sambandi við, at Kringvarpið varð seksti ár, varð leikritakapping um útvarpsleik útskrivað. Vinnari av kappingini varð Súsanna Tórgarð, sum skrivaði leikin »Mynd í ódnarveðri«.
Leikurin snýr seg um ein mann, sum í ódnarveðri tekur ein annan mann upp í bilin hjá sær, tí bilurin hjá manninum er uppsteðgaður. Á leiðini vestur í Vágar verður prátið millum teir báðar menninar, sum ikki kennast, alt meira dramatiskt.
Útvarpsleikurin, sum er tann fyrsti nýggi útvarpsleikurin hjá Kringvarpinum í 15 ár, er nú innspældur og var fyrstu ferð at hoyra í Útvarpinum sunnukvøldið.
Páll Danielsen hevur leikstjórnað leikin, og Jón Mc Birnie hevði tøkniliga ábyrgd av framleiðsluni. Høvuðsleikarar eru Jákup Dahl og Hans Tórgarð.
Útvarpsleikurin »Mynd í ódnarveðri« kann hoyrast her