Her hildu vættrarnir til

- Tá tað fer at skýma, kann ymiskt síggjast og hoyrast undir heygnum og fram við áarløkinum.

 

Gundagil, sum sæst her á ovastu myndini, er á leið hálvan veg millum býlingarnar Heimi í Húsi og Norðuri í Gerði í Koltri. Gamalt er, at her uppi í heygnum halda vættrarnir í Koltri til. 

Tað skrivar fyristøðumaðurin í Koltri, Bjørn Patursson á Facebook-síðuni - Koltur - í dag.

Fyristøðumaðurin er góður eygleiðari, og hann ríkar okkum mangan við frálíkum myndum og stuttum frásagnum úr Koltri, eins og hann eisini hevur gjørt í dag.

- Tá tað út á dagin fer at skýma, kann ymiskt síggjast og hoyrast undir heygnum og fram við áarløkinum, leggur Bjørn Patursson aftrat.

Í stuttu frásøgnini í dag vísir fyristøðumaðurin á, at her beint undir Gundagili snarar gamla gøtan oman móti sandinum, har koltursfólk í gamlar dagar komu og fóru við báti.

- Her niðan frá sandinum vóru neystini, nú tíverri bara Svartaneyst, og gøtan heldur síðan fram inn í býlingin, skrivar Bjørn Patursson í stuttari frásøgn í dag.

##med2##

##med3##