Hósdagin 6. mai fyllir matstovan Muntra í Fuglafirði 50 ár. Við hesum er hon helst elsta sjálvstøðuga matstovan í Føroyum, heldur kunningarstovn í Fuglafirði í eini fráboðan í morgun.
Rundi dagurin verður hildin hósdagin 6. mai frá kl. 14-18 við øllum góðum, og tá eru øll vælkomin inn á gólvið. Sjálvur countrykongurin, Hallur Joensen, fer at spæla nakrar sangir, men tað verða eisini onnur, sum fara at spæla.
Matstovan hevur navn eftir horninum við gamla Piddasahandil, har fólk plagdu at hittast til góð prát. Hetta hornið var í fólkamunni nevnt Muntra, nakað sum Glade hjørn í Havn, so tá ið matstovan lat upp, var tað sjálvsagt at nevna hana Muntra.
##med2##
– Hetta plássið var eitt sosialt miðpunkt við gamla handlinum og fiskastykkinum omanfyri. Tað var eisini á Muntra, at fólk komu, sum høvdu ørindir í Fuglafirði, eins og sjófólk og ferðafólk, sum eisini brúktu telefonboksina her, sigur kunningarstovan.
Seinastu 37 árini hevur Poul Rustin rikið matstovuna, sum hevur egin veitsluhølir, men eisini ger mat til stór og smærri tiltøk av øllum handa slagi.
Nógvar eru søgurnar, sum Poul kundi sagt frá, um stuttligar og øðrvísi vitjanir á matstovuni, tí her hava nógv fólk verið ímillum ár og dag, bæði føroyingar og útlendingar.
Teir flestu føroyingar munnu kenna Muntra, og hava vitjað matstovuna og hava heilsað uppá tann blídliga Poul – og høvdasúpanin hjá honum er víðakend. Tað eru eisini nógv ferðafólk sum kenna matstovuna, har sum hava verið á gátt.