Fýra hálvfinaludystir eru í kappingini í Løgmanssteypið. Tann fyrsti í røðini var í gjár, har Víkingur fekk ein 1-0-sigur við sær heimaftur av Skála í fyrra hálvfinaludystinum teirra millum.
Í kvøld eiga KÍ og NSÍ tørn. Hesi bæði liðini bresta saman í Klaksvík nú kl.18.00, og sum vera man fylgir Miðlahúsið væl við hvussu leikur fer.
Umframt at Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum, so kann dysturin eisini fylgjast við beinleiðis tekstfrásøgn, sum er at síggja HER!